Vit fóru norður í Öxarfjörð mikudagin og komu aftur í gjár. Vit
koyrdu í 9 tímar her á Hvanneyri aftur. Tað var ein ræðuligur og
langur túrur. Vit fóru ein umveg, men tað var fínt, so hevur man
sæð tann partin av Íslandi eisini.
Eg las eina rúgvu fyri norðan, var eitt sindur bangin fyri at eg
ikki fór at taka meg saman til at lesa fyri norðan, men har var
ikki so nógv at gera, at tað var einki problem.
Her hevur verið super gott veður síðstu dagarnir, 18 stig í
Borgarfirði í gjár, og tað er ræðuliga nógv tá man hugsar um at vit
eru bara í mars mánaða. So kanska summarið verður gott, tað hopi eg
tí at eg verið jú her í Íslandi í summar, ella meginpartin av
summarinum.
Eg og Atli fingu hvör sítt páskaregg frá mammu og babba, tað var
ógvuliga pent ´gjört av teimum. Og eggini vóru föroysk omaná tað
heila. Vit hava etið eitt teirra í dag, hitt verður etið ein av
næstu dögum.
Nú havi eg avgjört at eg ætli mær at halda ryssuni undir Dyn frá
Hvammi.....haldi at tað verður ein ordans "kynbóta"-
bumba.....gleði meg!
Næstu dagarnir fara so áfram í specialið....tíverri.
Oh ja, eg fekk at vita ein karakter í dag, eg fekk 10.6 í
anatomi eftir föroyska skalanum, tað er 8.4 eftir íslenska
skalanum, og eg eri ógvuliga væl nögd.
Nú fara eg og Atli at hyggja at einum íslenskum filmi áðrenn vit
fara at balla okkum!!
Góða nátt, og minnist til at kvittera fyri tykkum í
gestabókina.